Skriva

til okkum

Swim Nólsoy

Erlendur Simonsen, maðurin aftanfyri svimjingina, er tann einasti, sum hevur svomið hvørja ferð. Hann byrjaði tiltakið í 1998 sum eina stuðulssvimjing til svimjihyl í Nólsoy. Tiltakið er so broytt eitt sindur, kanska helst nú Nólsoyggin er komin upp í Tórshavnar kommunu.

Nu er tiltakið mest at rokna sum ein minnissvimjing um Ova Joensen. Fleiri enn 100 fólk hava hesi 19 árini svomið um fjørðin. Fyri tey flestu er hetta ein stór avbjóðing, sum við einum sindri av venjing væl kann lata seg gera. Onnur venja miðvíst fyri at kappsvimja teir stívliga 4 km.

 

 

Vina og sonurin Ove Joensen, sum róði til Danmarkar í 1986.