Tilmelding
Kom við og svim
Hetta er 24. ferð, at vit skipa fyri svimjing til Nólsoyar.
Í ár er tað ein teinur á 4 km í beinari linju at svimja. Samlaði teinurin, tá ið streymurin er íroknaður, kann gerast góðar 6 km.
Tríggir møguleikar eru fyri at luttaka:
1. Sum einsamallur svimjari
2. Sum parsvimjarar, har ið tveir svimjarar fylgjast
3. Sum liðsvimjing (stafett), har ið tríggir svimjarar skiftast, í minsta lagi 20 minuttir hvør. Loyvt er bert at svimja einaferð hvør. Seinastu 50 metrarnar leypa teir báðir, sum hava svomið, úti aftur og allir triggir svimjararnir koma upp á land og fylgjast til málið.
Í kappingini verður ikki býtt sundur í kyn ella aldur. Tað vil siga, at tað er ein stórur opin bólkur.
Klokkan 7:30 leygarmorgunin 14. august 2021 møta svimjarar og skipari á fylgibátinum við húsið hjá Radioamatørunum yviri við Strond.
Klokkan 8.45 leypa svimjararnir á bláman yviri við Strond við Grønadam, sum er beint niðanfyri hjá Radioamatørunum.
Málið er Ærisportrið á keiini í Nolsoy. Kemur tú á land aðrastaðni, mást tú renna seinasta teinin.
Samarittar eru við á ferðini um fjørðin at ansa eftir tær. Nólsoyingar taka ímóti og hjálpa tær á land.
Tú skalt fáa til vega:
- Froskmanna- ella triatlonbúna, sum egnar seg til at svimja langt í.
- Svimjiboyu.
- Bát at fylgja tær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.
- Báturin skal hava VHF.
- Ein stigi má vera, so svimjarin um neyðugt kann klintra umborð.
- Rímiliga venjing.
Tilmelding
Tilmeldingargjaldið:
400 kr fyri solo svimjarar,
400 kr fyri pør
400 fyri tríggjar í stafett.
Gjaldast við kort niðanfyri.
Gjaldast við kort her:
Trýst