WE LOVE

TO

SWIM

Vælkomin til okkara heimasíðu :)

Svimjingin um Nólsoyarfjørð hevur verið á Ovastevnu síðani 1998, og soleiðis verður aftur í ár. Kappingin er fyri rørslu- og kappsvimjarar eins og øll svimjiáhugaði

Havsvimjingin úr Havnini til Nólsoyar er hvørt ár á Ovastevnu. 

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv plaga at luttaka. Í 2019 svumu 24 fólk, men í fjør var eingin svimjing orsakað av korona. Erlendur Simonsen byrjaði tiltakið sum eina stuðulssvimjing til svimjihyl í Nólsoy, og hann er tann einasti, sum hevur svomið hvørja ferð. ​

Eftir at Nólsoy er komin upp í Tórshavnar kommunu, er tiltakið broytt eitt sindur og er í dag mest mest at rokna sum ein minnissvimjing um Ova Joensen. ​Fleiri enn 130 fólk hava hesi 23 árini svomið um fjørðin. Fyri tey flestu er hetta ein stór avbjóðing, men er ein í rímiligari svimjivenjing letur tað seg væl gera. 

Summi velja sær hesa svimjingina sum eina spennandi avbjóðing og venja miðvíst fyri at kappsvimja teir stívliga 4 km, sum teinurin er í beinari linju.